FC Barcelona hevur mist fyrstu stigini í sponsku landskappingini, tá teir í kvøld spældu málleysan javnleik móti Malaga í fimta umfari. Lionel Messi var líka vánaligur sum vøllurin á Estadio La Rosaleda.
Les eisini: So skoraði Suarez fyri Barcelona
Fimm umfør eru farin í La Liga og nú hava øll liðini mist stig. Barcelona hevði fult stiga tal undan umfarinum í kvøld. Barcelona hevði ikki eitt tað einsta skot á málið hjá Malaga, og dysturin endaði eisini málleysur.
Serliga Lionel Messi spældi ein vánaigan dyst. Hann vísti ongan áhuga í at vinna dystin, og tað var bara í einstøkum førum, at hann royndi nakað við bóltinum.
Les eisini: Ronaldo avvísir Manchester United
Malaga gjørdi tað ógjørligt fyri Barcelona at spæla. Teir arbeiddu hart og vøllurin var í so ringum standi, at tað var torført at fáa spælt bóltin.
Atletico Madrid, meistarnir frá farna kappingarárið, vunnu á Almeria og bjóðar somuleiðis av í toppinum. Barcelona er framvegis oddalið við 13, men nú eru Sevilla ájavnir í stigum. Atletico Madrid hevur 11 stig á triðja plássi, meðan Real Madrid á sætta plássi hevur níggju stig.