Barcelona liðskipari gevst í felagnum

Skaðar og skurðviðgerðir hava gjørt, at 35 ára gamli miðverjin ikki orkar meir

Carles Puyol hevur í dag boðað frá, at hann ikki heldur fram í Barcelona, sum hann hevur umboðað síðani hann var smádrongur.

 

Hann spældi um vikuskiftið sín dyst nummar 593 fyri felagið. 35 ára gamli miðverjin kallaði í dag inn til tíðindafund.

 

- Tá hetta kappingarárið kemur at enda, so verið eg ikki longur ein Barcelona spælari, sigur miðverjin, sum hevur vunnið 21 gullheiðursmerki við katalanska stórfelagnum.

 

- Eg ætli mær at gera alt sum eg kann fyri at hjálpa liðfeløgunum, men tá kappingarárið er komið at enda, fari eg at hvíla. So fáa vit at síggja hvat hendir, sigur Carles Puyol.

 

Miðverjin við stóra hárinum hevur havt trupulleikar við knænum. Tað er ein av orsøkunum til, at hann ikki heldur fram í Barcelona.

 

- Aftaná tvær skurðviðgerðir í knænum, so fái eg ikki avrikað á so høgum stigi, sum eg ynski, sigur Carles Puyol víðari.

 

- Eg eri troyttur eftir so nógvar skaðar og skurðviðgerðir, at eg og felagið hava valt at uppsiga sáttmálan, sigur 35 ára gamli spanski landsliðsspælarin.

 

Carles Puyol hevur spælt 593 dystir fyri Barcelona. Bara Xavi Hernandez hevur spælt fleiri dystir sum útispælari.