Barcelona knústi Celtic

Champions League: Í kvøld lat FC Barcelona ongan iva vera um, at katalanararnir ætla sær at vinna kappingina í ár

Bólkaspælið í Champions League 2016/2017. Helst størsti dysturin á pappírinum var tann í París, har Paris Saint-Germain tók ímóti Arsenal. Men Champions League-kvøldið fer helst fyrst og fremst í minnisbókina sum tað, har Barcelona vann heili 7-0 ímóti Celtic.

 

Lionel Messi legði Barcelona á odda tíðliga í dystinum, men eftir 24 minuttir hevði Celtic møguleikan at javna, men Moussa Dembele misnýtti brotsspark. Hetta varð revsað dyggiliga, tí at enda vann Barcelona heili 7-0. Lionel Messi skoraði trý mál, meðan Luis Suarez skoraði tvey, og Neymar og Andrés Iniesta skoraðu hini bæði.

 

Í bólki A legði PSG seg á odda ímóti Arsenal longu eftir 41 sekund, tá ið Edinson Cavani stútaði høvuðsstaðarfelagið úr Fraklandi á odda eftir gott innlegg frá Serge Aurier. Sum heild var talan um ein illa spældan dyst, har hvørki av liðunum spældu til sítt besta. Eftir 78 minuttir fekk Arsenal tó bjargað sær eitt stig, tá ið Alexis Sanchez høgdi bóltin í kassan.

 

Annars var eisini merkisvert, at dysturin ímillum Manchester City og Borussia Monchengladbach varð útsettur, tí at vøllurin á Etihad Stadium í Manchester ikki var til at spæla á, tí at tað regnaði so illa. Enn er ikki vist, nær dysturin verður spældur.

 

Dystaryvirlit og málskjúttar sæst niðanfyri:

 

Bólkur A:

 

Paris Saint-Germain - Arsenal 1-1

1-0: Edinson Cavani 01.

1-1: Alexis Sanchez 78.

 

Basel - Ludogorets 1-1

0-1: Jonathan Cafu 45

1-1: Renato Steffen 80.

 

Bólkur B:

 

Benfica - Besiktas 1-1

1-0: Franco Cervi 12.

1-1: Anderson Talisca 90.

 

Dynamo Kiev - Napoli 1-2

1-0: Denis Garmash 26.

1-1: Arkadiusz Milik 36.

1-2: Arkadiusz Milik 45.

 

Bólkur C:

 

Barcelona - Celtic 7-0

1-0: Lionel Messi 3.

2-0: Lionel Messi 27.

3-0: Neymar 50.

4-0: Andrés Iniesta 59.

5-0: Lionel Messi 60.

6-0: Luis Suarez 75.

7-0: Luis Suarez 88.

 

Manchester City - Borussia Monchengladbach 

Útsettur

 

Bólkur D:

 

Bayern Munchen - FC Rostov 5-0

1-0: Robert Lewandowski 28. 

2-0: Thomas Muller 45.

3-0: Joshua Kimmich 53.

4-0: Joshua Kimmich 60.

5-0: Juan Bernat 90.

 

PSV Eindhoven - Atlético Madrid 0-1

0-1: Saul Niguez 43.