Barcelona kærir dómin

FC Barcelona kærir dómin hjá FIFA, sum hevur givið katalanska felagnum forboð fyri at keypa

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, gav í gjár FC Barcelona forboð fyri at keypa nakran spælara í eitt heilt ár. Tað vil siga, at Barcelona komandi tvey flytingarvindeyguni ikki sleppur at leggja nakran spælara afturat hópinum.

 

Les eisini: Barcelona forboð fyri at keypa í eitt heilt ár

 

Orsøkin til dómin er, at Barcelona hevur óregluligt fingið fatur á ungum spælarum frá útlandinum, sum eru at finna á venjingarstøðini, La Masia. Tað er ikki loyvi at gera sáttmálar við spælarar undir 18 ár, sum ikki koma úr Spania uttan í heilt serligum tilfeldum.

 

Leiðslan í felagnum hevur boðað frá, at felagið fer at kæra dómin. Í longri skrivi hevur felagið víst á, at La Masia hevur givið mongum spælara góðar lívsforteytir. Her verður millum annað víst á útbúgvingarskipana, sum Barcelona hevur í La Masia.

 

Serfrøðingar á økinum hava víst á, at Barcelona við at kæra kann fáa dómin niðursettan og møguliga útsettan. Í besta føri fyri Barcelona, so kann dómurin niðursetast til eina bót.

 

Barcelona kann eisini fáa dómin útsettan, so teir kunnu keypa spælarar í summar, og harvið fyrireika seg til eitt ár uttan innkeyp. Millum annað hava Victor Valdes og Carles Puyol boðað frá, at teir halda ikki fram í felagnum, meðan ein spælari sum Xavi Hernandez er komin nakað upp í árini.

 

Barcelona hevur tríggjar mánaðar at kæra dómin, og tað er nú gjørt. Nú liggur bólturin aftur hjá FIFA.