Forsetin í Barcelona er lítið fegin um mátan, ið Arsenal hevur tryggjar sær eitt av stóru talentinum hjá Barcelona. Arsenal keypti Cesc Fabregas upp á sama hátt. Í Spania hava feløgini ikki lov at gera sáttmálar við leikarar fyrr enn teir eru 17 ár. Í Onglandi er aldursmarkið 16 ár. Hesum hava ensk feløg fleiri ferðir gjørt sær dalt av. Millum annað keypti Arsenal ein 16-ára gamlan Cesc Fabregas frá Barcelona í 2003. Manchester United gjørdi tað sama, tá teir keyptu Federico Macheda frá Lazio í 2007. Í Italia er heldur ikki lov at skriva sáttmálar við leikarar fyrr enn teir eru 17 ár.
Nú hevur Arsenal gjørt sama nummarið í Barcelona. Talan er um 16-ára gamla Jon Toral, sum Arsenal bara skal gjalda góðar 2,5 milliónir krónur fyri.
- Arsenal hevur ikki gjørt nakað ólógligt, men tað sum teir hava gjørt er eitt sindur ómoralskt. Tað eru tveir mátar at gera tingini uppá. Eitt er at invistera í ungdómsarbeiði og hitt er at gera sum Arsenal og fiska eftir 15-ára gomlum dreingjum kring alt Evropa, sigur forsetin í Barcelona, Sandro Rosell.
Jon Toral verður mettur sum ein avbera góður miðvallar við bjartari framtíð.
Barcelona og Arsenal bresta saman í Champions League 8. mars.