Fyri tveimum vikum síðani vann Barcelona heili 5-0 á Real Madrid. Í gjár stóð Real Sociedad fyri skotum og eisini teir fóru heim við einum 5-0 tapi. Longu eftir níggju minuttum legði David Villa Barcelona á odda. Andrés Iniesta økti fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki skoraði Lionel Messi tvey mál afturat, áðrenn Bojen Krkic skoraði til endaliga úrslitið 5-0.
Real Madrid var á vitjan hjá Real Zaragoza. Mesut Ozil og Cristiano Ronaldo løgdu Real Madrid á odda í fyrra hálvleiki. Ángel Di María økti, áðrenn Gabi minkaði um munin fyri Zaragoza.
Barcelona liggur fremst í La Liga við 40 stigum, meðan Real Madrid hevur tvey stig færri.