Barcelona gjørdi kvettið

La Liga: FC Barcelona fekk tveir spælarar um málstrikuna í evstu løtu

Myndir: (FC Barcelona) João Cancelo, Joan Laporta og João Félix

Tað bleiv arbeitt hart í FC Barcelona seinastu tímarnar, áðrenn flytingarvindeygað læt aftur í gjárkvøldið. FC Barcelona fekk leigað bæði João Cancelo og João Félix um málstrikuna.

 

Tað er eftirhondini vælkent, at FC Barcelona er í fíggjarligum óføri. Forsetin, Joan Laporta, hevur næstan ikki gjørt annað enn at samla pengar inn og selt spælarar og partar av felagnum, fyri at rudda upp eftir undanfarna forsetanum, Josep Maria Bartomeu.

 

Tí hevur felagið roynt seg við bíligum loysnum, meðan spælarar eisini verða seldir. Í gjár eydnaðist at leiga João Cancelo frá Manchester City og João Félix frá Ateltico Madrid. Báðir eru í tvístøðum hjá sínum felagi og tí eru tey sinnaði at leiga spælararnar út til FC Barcelona.

 

Katalanska stórfelagið hevur fyrr í summar selt Ousmane Dembélé til PSG, Antoine Griezmann til Atletico Madrid, Franck Kessié til Al-Ahli, Abde Ezzalzouli til Real Betis og Trincão til Sporting. Aðrir eru leigaðir út. Millum annað Ansu Fati til Brighton, Sergiño Dest til PSV og Eric García til Girona. Hartil eru løntungir spælarar sum Jordi Alba, Sergio Busquets og Samuel Umtit givnir.

 

Inn eru komnir Ilkay Gündogan, Iñigo Martínez og Oriol Romeu fyri lítið og lætt, umframt João Cancelo og João Félix.

 

Myndir: (FC Barcelona) João Cancelo, Joan Laporta og João Félix