Barcelona er spanskur meistari

Í gjárkvøldið tryggjaði FC Barcelona sær spanska meistaraheitið, men kappingarárið hjá felagnum er ikki liðugt enn. Størsti dysturin bíðar framvegis



Í gjárkvøldið hendi tað, sum øll hava bíðað eftir skuldi henda. FC Barcelona tryggjaði sær spanska meistaraheitið við einum 1-0 sigri á Celta úr fiskivinnubýnum Vigo.
Hetta var nóg mikið hjá Barcelona til at beina allan iva um meistaraheitið av vegnum, og tað er nú teoretiskt staðfest, at Ronaldinho og hansara menn eru meistarar.
Barcelona hevur ligið á odda í La Liga alt kappingarárið, og munurin hevur fyri tað mesta verður stórur millum teir og kappingarneytarnar. Valencia og Real Madrid hava roynt sum frægast, men tað hevur ikki munað nóg nógv.
 
Champions League
Hóast meistaraheitið nú er heima, er kappingarárið hjá Barcelona langt frá av. Tann týdningarmesti dysturin er framvegis fyri framman, tí felagið hevur spælt seg í finaluna í Champions League kappingini. Finalan verður ímóti enska felagnum Arsenal mikudagin 17. mai í Paris.
Barcelona hevur ikki bara fingið góð úrslit í ár, felagið hevur eisni undirhildið áskoðarunum við framúr góðum fótbóltsspæli. Við spælarum sum Ronaldinho, Etoo, Messi, Deco og Larsson á odda hava teir veruliga spælt dreymafótbólt í stórum pørtum av kappingini.
Spurningurin er nú, tað er nóg mikið til at lata sterku Arsenal-verjuna upp í finaluni í Paris um tvær vikur.