Barcelona aftur á tindinum

Sjálvsuppfatanin hjá catalanska stoltleikanum staðfestir, at liðið altíð er best. Men tað skuldu tó ganga 14 ár, áðrenn liðið aftur kundi lyfta steypið við stóru oyrunum

Champions League

Tað er nú ikki bara í Føroyum, at dómarar gera mistøk. Norski Terje Hauge, sum dømdi Champions League-finaluna í gjárkvøldi millum Barcelona og Arsenal, gjørdi nú eisini nøkur av slagnum. Mistøk av tí slagnum, sum vóru heilt nær við at kosta Barcelona størsta heiðurin, sum eitt fótbóltsfelag kann vinna í Europa.

Mistøkini
Fyrru ferðina var, tá 17 minuttir vóru farnir. Arsenal hevði annars verið betra liðið, men brádliga gandaði Ronaldinho. Hann helt mótstøðuspælara burtur, áðrenn hann við neyvari sending fann Samuel Etoo. Cameroun-maðurin streyk avstað, og hann var eitt vet fyrri á bóltinum enn Jens Lehmann, sum kom at taka beinini undan spælaranum. At talan var um reytt kort, mundi eingin vera í iva um. Heldur ikki dómarin, sum floytaði alt fyri eitt. Men við at floyta alt fyri eitt, tók hann samstundis opnan møguleika frá Giuly, sum var skjótur at rulla bóltin í tóma málið, tá bæði Lehmann og Etoo lógu niðri. Ístaðin fekk Barcelona »bert« fríspark á brotsteigarmarkinum, og hetta sendi Ronaldinho framvið málinum.
Næsta mistakið - sæð við Barca-eygum - kom, tá 36 minuttir vóru spældir. Emmanuel Eboue hevði dittað sær niðan av bakkinum, og í eini gjøgnumbrotsroynd vildi hann smoyggja sær framvið Carles Puyol. Puyol nam valla við mannin, og tí var hann í øðini, tá Hauge bríkslaði fyri frísparki beint uttan fyri brotsteigin. Eitt fríspark, sum Henry sendi inn í feltið, har Sol Campbell við einum kanón-stútara sendi bóltin í kassan.

Avleiðingin
Sjálvandi kunnu mistøk vera keðilig, og leingi mundu blá-reyðu Barca-fjeppararnir ilskast á norska dómaran. Ivaleyst vóru eisini aðrar minni góðar avgerðir í dystinum, men hesar báðar omanfyri nevndu vístu seg hóast alt at verða tær, sum tryggjaðu undirhaldið í eini finalu, sum annars lættliga kundi farið í gloymibókina.
Tí hevði Barcelona komið á 1-0 tíðliga í dystinum, hevði talan helst ikki verði um sama undirhald. Hóast Arsenal tá framvegis hevði havt 11 mans á vøllinum, so eru fá lið,sum á sama hátt sum Barcelona duga at koyra bóltin runt, tá ein leiðsla skal haldast. Barcelona hevði tá havt at kalla perfektar umstøður til kvika pasnings-spælið hjá sær, har teir kundu troytta Arsenal upp í skúm, fyri síðani at drepa dystin, tá høvi beyðst.
Ístaðin fingu ein dyst, sum serliga í seinna hálvleiki gjørdist sera undirhaldandi, hóast oysandi regnið á Stade de France. Eftir útvísingina tóktist Barcelona ikki at halda somu leikferð, og tí var tað sum so als ikki óuppiborið, at Arsenal legði seg á odda. Og skuldi talan verið um javnstøðu í steðginum, so vóru catalonararnir næst við, tá Etoo í yvirtíðini tamdi sera væl, áðrenn hann smekkaði til. Men innskifti Almunia fekk tó akkurát jústað bóltin á stólpan.
Ivaleyst hevði Rijkaard givið sínum monnum ein ordans vals í steðginum. Í øllum førum varð blást til álop alt fyri eitt. Nógv fólk varð flutt fram á vøllin, og eitt nú sóust teir halda trimum fólkum frammi, um Arsenal hevði horna.
Arsenal dúvaði hinvegin upp á kontrafótbólt í sera vøkrum stíli. Serstaklia var Ljungberg vælupplagdur og hartarbeiðandi, og talan gjørdist eisini um møguleikan. Ljungberg hevði sjálvur ein stóran av slagnum, eins og Henry, men í báðum førum bjargaði Victor Valdes. Tað sama hevði hann annars gjørt tvær reisur tíðliga í dystinum, tá Henry hevði tvær sera næskar royndir móti málinum.

Møðin ov stór
Eitt korter fall avgerðin tó, og í báðum málunum, sum nú komu, átti innskifti Henrik Larsson sin stóra leiklut. Svenski álopsspælarin, sum spældi sín seinasta dyst fyri Barcelona, fekk í 76. minutti lagt bóltin fyri føturnar á Etoo, og púra leysur fann hesin eitt lítið hol millum Almunia og nærmasta stólpan. Og so munaði lítið, at Arsenal spælararnir vildu vera við, at talan var um rangstøðu.
Arsenal mundi kenna tað, sum var alt stríðið til fánýtis. Undirtalsstøðan hevði sjónliga mergsogið kreftirnar úr liðnum, og bara fimm minuttir seinni stóð 2-0. Hesa ferð spældi Henke bóltin inn um Ashley Cole, og so hamraði Belletti bóltin í kassan, tó at Almunia mundi kenna seg óhepna, tá bólturin støkk av honum og upp undir tvørtræið.
Nýggja Dream-Team hjá Rijkaard, har Ronaldinho, Etoo og Puyol teljast millum berandi elementini, hevur nú endaliga lyft arvin eftir tí gamla Dream Team hjá Cruyff. Her vóru Koeman, Laudrup og Stoichkov teir berandi, og við sigrinum á Sampdoria fyri 14 árum síðani settu teir krúnuna á sítt verk.

Fakta um dystin
Barcelona-Arsenal 2-1 (0-1)
0-1: Sol Campbell, 37.
1-1: Samuel Etoo, 76.
2-1: Juliano Belletti, 80.