Barca var á halanum

Týska Stuttgart hevði í ein tíma fullkomið tamarhalda á einum sera tomum Barcelona. Men tá Zlatan Ibrahimovic sendi bóltin í týska netið, koppaði dysturin

Fótbóltur

Serfrøðingarnir eru á einum máli. Barcelona spældi í gjár sín vánaligasta hálvleik í fleiri ár, tá teir á útivølli royndu seg móti VfB Stuttgart.
Møguleikar trutu ikki, og í minst tveimum førum kendu vertirnir seg snýttar fyri brotsspark. Men tað gjørdist bara til tað eina málið, sum Cacau stútaði í netið í fyrra hálvleiki.
Heimaáskoðararnir mundu vóna, at trýstið hjá heimaliðnum fór at geva úrslit fyrr ella seinni, men ístaðin var tað eitt hamskift Barcelona, sum kom út eftir steðgin.
Henry varð sendur á vøllin fyri ein illa spælandi Toure, og tá Zlatan Ibrahimovic fekk potað bóltin fram við Jens Lehmann, koppaði uppgerðin fullkomuliga. Brádliga var Barcelona aftur bólttrygga liðið, sum støðugt koyrdi bóltin runt í egnari røð, og hóast teir ikki megnaðu at avgera dystin, so er javnleikurin eitt fínt útgangsstøðið undan returdystinum á Camp Nou. Og í øllum førum eitt munandi betri úrslit, enn tað, sum ábendingar vóru um fyri steðgin, tá tað als ikki hevði verið órættvíst, um máltalvan vísti 3-0 ella har á leið.
Í hinum dystinum í gjárkvøldið eydnaðist tað fronsku meistarunum úr Bordaux at vinna 1-0 móti Olympiakos. Einasta málið stútaði Cani í netið eftir frísparksinnlegg dygst undan steðginum.

Champions League
Týskvøldið
Olympiakos-Bordeaux 0-1
Stuttgart-Barceloan 1-1

Mikukvøldið
CSKA Noskva-Sevilla (TV2 Sport)
Inter-Chelsea (3+)