Arsenal hevur í eina tíð havt gott eyga á 20 ára gamla Sergio Busquets, men tað er líkt til, at Busquets heldur fram í spanska felagnum FC Barcelona. Busquets spældi í fjør á eykaliðnum hjá Barcelona, men nú er hann tikin við í 1. Liðshópin, og fyrr í ár spældi hann fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá Barcelona. Nú vil Barcelona leingja sáttmálan við Basquets, og samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru í gongd.










