Barca og Real vunnu

Tey bæði sponsku stórfeløgini, Barcelona og Real Madrid, vunnu bæði tryggar sigrar um vikuskiftið. Barcelona vann leygardagin 4-0 á Racing Santander við málum frá Iniesta, Henry, Marquez og Tiago skutu málini. Sunnudagin vann Real Madrid heili 6-2 á Villarreal. Ronaldo skoraði fyrsta málið, áðrenn Kaka økti undan steðginum. Og hóast Senna minkaði um munin, so var sigurin ongan tíð í vanda. Tvey mál frá Higuain, enn eitt frá Kaka og eitt frá Alonso vístu gestunum, hvar skápið skuldi standa, og so hjálpti lítið, at Nilmar fekk eitt einstakt mál fyri Villarreal.