Barca og Messi trillaðu Stuttgart umkoll

Barcelona, sum var uttan Xavi og høvdu Zlatan á bonkinum, vunnu í kvøld 4-0 á Stuttgart. Fyrri dysturin endaði 1-1, so Stuttgart skuldi skora, um teir skuldu hava nakran møguleika fyri at koma víðari, men Barcelona lat ongatíð nakran iva verða um, hvør skuldi viðari.

 

Lionel Messi, ið skoraði hattrick í vikuskiftinum, skoraði longu eftir 13 minuttir. Hann dribblaði framvið verjuni og stutt uttanfyri brotssteigin smekkaði hann bóltin í mál. Tíggju minuttir seinni átti Messi avleveringinað, ið sendi Yaya Toure leysan í brotssteiginum. Hann spældi bóltin uppá tvørs til Pedro, sum lætt kundi skora til 2-0.

 

Í seinna hálvleiki helt Messi fram at hugna sær. Eftir uppspæl í høgru síðu, smekkaði Messi enn eina ferð til uttanfyri brotssteigin. Og enn eina ferð hevði Jens Lehman í Stuttgart málinum ongan møguleika. Beint fyri tíð, skoraði innskifti Bojan við síni fyrstu bóltrøring til endaliga úrslitið 4-0.

 

Seinasta liðið í fjórðingsfinaluni eru fronsku Bordeaux. Teir vunnu á heimavølli 2-1 á Olympiakos. Yoann Gourcuff og Marouane Chamakh skoraðu fyri vertirnar, meðan Konstantinos Mitroglou skoraði málið fyri Olympiakos.

 

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður fríggjadagin.

 

Champions League dystirnir í kvøld:

 

Barcelona ? Stuttgart 4-0

1-0 Messi (13)

2-0 Pedro (22)

3-0 Messi (60)

4-0 Bojan (89)

Barcelona víðari samanlagt 5-1

 

Bordeaux ? Olympiakos 2-1

1-0 Yoann Gourcuff (65)

1-1 Konstantinos Mitroglou

2-1 Marouane Chamakh

Bordeaux víðari samanlagt 3-1