Zlatan Ibrahimovic kom ikki á máltalvuna, men hann var ein av høvuðsmonnunum, tá Barcelona í gjárkvøldið vann spanska Super Cup við sigri á Athletic Bilbao. Messi skoraði tvær ferðir og Bojan einaferð, tá Barcelona vann 3-0, og eftir dystin rósti Barca-venjarin, Josep Guardiola, nýggja svenska áleyparanum. Zlatan legði upp til fyrra málið hjá Messi, og hann helt seg hava skora til 2-0, men tá hevði dómarin longu bríkslað fyri brotssparkinum, sum Messi skoraði sítt seinna mál uppá.