Venjarin hjá Barcelona heldur, at hansra lið er sum ein maskina. Barcelona skal spæla hálvfinalu í Champions League í vikuni og næsta vikuskiftið er oddadystur ímóti Real Madrid.- Fyrst hugsa vit um Chelsea, og síðani taka vit Real Madrid. Hetta er okkara týdningarmesta vika í kappingini, men spælararnir eru ikki troyttir. Vit eru sum ein maskina, sigur José Gardiola við Sporting Life.










