Í kvøld verður triðja fjórðingsfinalan í Champions League endaspælinum, sum verður spæld í Portugal orsaka av koronasmittuni. Dysturin í kvøld er millum tveir av risunum í evropesiskum fótbólti. FC Barcelona og Bayern Munchen. Seinastu tríggjar ferðirnar liðini hava møtst í meistarakappingini hevur vinnarin av uppgerðini vunnið Champions League.
FC Barcelona vann rímiliga sannførandi í 1/8 finlauni á italska Napoli, men sum ikki eina ferð, so var Lionel Messi munurin. Mett verður at Bayern Munchen hevur røttu spælararnar, at gera dystin í kvøld torføran fyri argentinska bóltsnillingin. FC Barcelona er uttan franska miðverjan Samuel Umtiti, men Arturo Vidal og Sergio Busquets við aftur eftir leikbann. Eisini er Osumane Dembélé tøkur eftir langtíðarskaða, men byrjar helst á bonkinum.
Bayern Munchen hevur vunnið allar dystirnar í Champions League kappingini higartil í hesum kappingarárinum. Liðið hevur skorað 24 og hevur í Robert Lewandowski toppskjúttan í kappingini higartil. Týski risin er uttan franska heimsmeistaran, Benjamin Pavard. Bayern Munchen hevur longu vunnið týsku landskappingina og týsku steypakappingina.
##med2##
Champions League fjórðingsfinala:
FC Barcelona – Bayern Munchen (20.00)
Møgulig uppstilling hjá Barcelona: Ter Stegen; Semedo, Piqué, Lenglet, Alba; De Jong, Busquets, Vidal; Messi, Suárez, Roberto
Møgulig uppstilling hjá Bayern: Neuer; Kimmich, Boateng, Alaba, Davies; Thiago, Goretzka; Coman, Müller, Gnabry; Lewandowski
Fjórðingsfinalur: August 12-15 (Lisbon)
Atalanta – PSG 1-2 (1-0)
1-0 Mario Pasalic, 27
1-1 Marquinhos, 90
1-2 Eric Maxim Choupo-Moting, 90+2
##med3##
RB Leipzig - Atletico Madrid 2-1 (0-0)
2-0 David Olmo, 50
2-1 Joao Felix, 71 br
2-1 Tyler Adams, 88
##med4##
FC Barcelona – Bayern Munchen
Manchester City – Lyon
Hálvfinalur: August 18-19 (Lisbon)
Manchester City/Lyon - Barcelona/Bayern Munich
RB Leipzig – Paris Saint-Germain