Barcelona heldur á fram at elta Arsenal liðskiparin, Samir Nasri og Gael Clichy eru á veg norður eftir, meðan Lille stjørnur skulu avloysa í London felagnum.
Bløðini eru full av góðum fótbóltssøgum nú tá fótbólturin er í summarferiu. Arsenal megnaði ikki av álvara at bjóða Manchester United av í oddinum og nú er líkt til, at tað verða stórar broytingar á liðnum komandi ár. Serliga er tað afturvendandi søgan um Barcelona og Cesc Fabregas. Sambært Marca.com, so hevur Barcelona bjóðað góðar 225 milliónir krónur, umframt Thiago og Bojan í býti, fyri Arsenal liðskiparan. Cesc Fabregas er uppvaksin á La Masia, sum er klekingarstøðin hjá Barcelona, men skifti sum 16 ára gamal til Arsenal. Barcelona hevur í longri tíð ligið framvið og fiska eftir heimsmeistarunum.
Ein annar lykla leikari hjá Arsenal, sum sigst vera á veg vekk frá felagnum, er Samir Nasri. Sáttmálin hjá honum gongur út um eitt ár og tað merkir at hann um eitt hálvt ár frítt kann samráðast við onnur feløg. Tí metir Daily Mirror, at Arsenal møguliga umhugsar at taka av einum boðið frá Manchester United upp á góðar 100 milliónir krónur fyri fraklendingin.
Liverpool hevur síðani John Arne Riise fór úr felagnum, havt trupulleikar á vinstra bakki. Tann loysnin skal eisini finnast í Arsenal. Sambært The Guardian, so eru Liverpool áhugaðir í at keypa Gael Clichy fyri beint undir 50 milliónir krónur.
Arsenal eru eisini longu í gongd við at finna avloysarar fyri hesa leikararnar. Ein av teimum er unga stjørnuskotið hjá Southampton, Alex Oxlade- Chamberlain. Daily Mirror veit at siga, at hann verður kunngjørdur sum Arsenal leikari 1. juli. Eisini vil Arsene Wenger hava Gervinho og Edin Hazard úr Lille og verjan skal styrkjast við Chris Samba, Blackburn, og Gary Cahill, Bolton, sambært Daily Express.
Tað tykist eisini geitt, at Aston Villa liðskiparin, Ashley Young, verður Manchester United leikari komandi ár. Tað skrivar Daily Mail, sum eisini vil verða við at avtalan kemur upp á pláss samstundis sum hann skal giftast.
Aston Villa hevur ikki sett nýggjan venjara, men nú sigst Wigan venjarin, Roberto Martinez, vera eitt heitt boð upp á nýggjan venjara, skrivar talkSPORT.