Barca aftur best í El Clasico

Fyri fimtu ferð á rað hevur Barcelona vunnið El Clasico, ið er heiti á uppgerðini millum Barcelona og Real Madrid. Xavi og Pedro løgdu Barcelona á odda 2-0 í fyrra hálvleiki, meðan David Villa skoraði tvey og Jeffren eitt í seinna hálvleiki.

 

Barcelona legði hart út og Lionel Messi rakti stongina longur eftir seks minuttum. Fýra minuttir seinni gjørdist Xavi leysur í brotsteiginum og legði Barcelona á odda. Barcelona helt fram at trýsta og aftaná eitt korter gav tað aftur úrslit. David Villa dribblaði til baklinjuna í vinstru og legði innfyri, har Pedro var fyrstur á og økti til hálvleiksstøðuna.

 

Real Madrid kom meira við í dystin eftir 2-0 málið og tað gjørdist eisini heitt millum menn. Dómarin mátti í lumman eftir gula kortinum heili fimm ferðir áðrenn bríkslað var fyri hálvleiki.

 

Í seinna hálvleiki tók Barcelona yvir aftur. Tað gingu bara 10 minuttir, so spældi Lionel Messi David Villa leysan, ið skoraði trygt. Sjónvarpsmyndirnar víst tó, at David Villa helst var rangstaddur. Løtu seinni vóru Lionel Messi og David Villa aftur upp á spæla. Messi sendi Villa avstað í vinstru, sum rann frá verjuni og skoraði við at trilla bóltin millum beinini á Iker Casillias í Real Madrid málinum. Í evstu løtu økti innskifti Jeffren til 5-0.

 

Barcelona var nærri 6-0 enn Real Madrid var at minka um munin. Eins og í fyrra hálvleiki, so mátti dómarin fleiri ferðir í lumman eftir gula kortinum. Umframt tey fimm í fyrra hálvleiki, so komu 7 gul kort í seinna.

 

Dysturin endaði við at alt kókaði yvir og Sergio Ramos var útvístur.

 

Barcelona liggur nú fremst við 34 stig, meðan Real Madrid hevur 32 stig.Bæði liðini hava spælt 13 dystir.

 

Barcelona ? Real Madrid 5-0 (2-0)

1-0 Xavi, 10

2-0 Pedro, 16

3-0 David Villa, 55

4-0 David Villa, 58

5-0 Jeffren, 90+1