Barbara Samuelsen: Tað er mín fyrsti dagur í dag

Hetta verður ein ógvuliga spennandi og mennandi tíð, sigur Barbara Samuelsen.

Visit Tórshavn er kunningarstovan í Tórshavn, hon hevur til arbeiðið at skapa trivnað og samanhald, at vegleiða og hjálpa fólki til ymiskt í sum gongur fyri seg í kommununi. Barbara Samuelsen er nýggji leiðari í Visit Tórshavn, og hevur í dag sín fyrsta dag á nýggja arbeiðisplássinum.

 

 

- Tað er mín fyrsti dagur í dag, eg havi brúkt morgunin uppá at tosa við nevndina og at læra starvsfólki at kenna, soleiðis at vit kunna leggja ein plan frameftir. Hetta verður ein ógvuliga spennandi og mennandi tíð, sigur Barbara Samuelsen.

 

 

 

- Tað er ein avbjóðandi tíð innan ferðavinnuna í løtuni, ferðatalið er vaksandi og tað hendur so ógvuliga nógv sum ger at vit hava eina rúgvu av menningaruppgávum at loysa. Tað koma fleiri og fleiri ferðafólk til býin, og vit muga verða klár at taka í móti teimum, so tað eru nógv ymisk ting sum skula setast í verk og tað er bara spennandi at fara í gongd við haldi eg, sigur hon. 

 

 

 

- Vit hava skipa ein ferðavinnupolitikk, so tað næsta verður at vit fara í gongd við at seta hann í verk. Men í løtuni eru jólini á skránni, Visit Tórshavn stendur fyri at pynta til jólar í allari kommununi, tað vil siga at tendra jólatrøðini, heingja perur upp, og at hugna um fyri borgararnar í kommununi, samstundis sum tað er ein hugni fyri øll sum ferðast til høvuðsstaðarøkið, leggur Barbara Samuelsen afturat.