Barbara Samuelsen nýggjur stjóri í Visit Tórshavn

Tað verður 49 ára gamla Barbara Samuelsen, ið skal standa á odda fyri Visit Tórshavn.

Barbara hevur seinastu 9 árini starvast sum deildarleiðari í Kringvarpi Føroya. Hon er útbúgvin Cand.comm. í samskifti og søgu við Roskilde Universitetscenter og Bachelor of Arts í Communication Studies og Sociology við University of London.

– Barbara hevur viðkomandi royndir og útbúgving og hevur sostatt sera góðar førleikar at røkja starvið sum stjóri á Visit Tórshavn, sigur Henny á Líknargøtu, nevndarformaður.
 
Visit Tórshavn er í eini spennandi tilgongd við at menna felagið og tær tænastur, ið verða veittar borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í býnum. Stjórin skal standa á odda fyri hesi menning, saman við dugnaligu starvsfólkunum.
 
– Hetta er ein spennandi avbjóðing og síggi eg áhugaverdar framtíðarmøguleikar fyri at styrkja og menna Visit Tórshavn, sigur nýggi stjórin, Barbara Samuelsen.
 
Barbara Samuelsen tekur við starvinum 1. november