Barbara nýggur leiðari í føroyska Sjómansheiminum í Reykjavík

Barbara Hannudóttir Jensen verður nýggjur leiðari á hotel Ørkini

Føroyska Sjómansheimið í Reykjavík fær nú aftur ein føroyskan leiðara. Tað er Barbara Hannudóttir Jensen, ið verður nýggjur leiðari. Hetta skrivar Trúðboðin á heimasíðu síni.

Barbara Hannudóttir Jensen er 47 ára gomul, og hon hevur arbeiðsroyndir innan sølu- og fyrisiting og hevur eisini áður verið leiðari. Hon hevur eisini verið sera virkin í Podas og í missiónshúsinum Libanon í Sørvági.

Fyristøðumaðurin á hotel Ørkini seinastu sjey árini hevur verið íslendingurin Ragnar Snær Karlsson. Hann fer frá fyri aldur, nú hann verður 67, skrivar Trúðboðin.

Trúðboðin fortelur, at í meira enn eitt ár hevur Ólavur Jacobsen úr Hósvík verið føroyskur trúboðari í Íslandi í hálva tíð. Hann hevur eitt nú skipað fyri føroyskum møtum á sjómansheiminum, og tað hevur verið við til at halda nakað av sambandi við føroyingar.