Voxbotn avdúkar enn eitt útlendskt navn, tað er dansk/afrikanska songkvinnan Barbara Moleko, ið kemur til Føroyar at spæla sín vælklingandi popp.
Barbara hevur hittað í heimlandinum kanska serliga við lagnum “Dum for dig”, ið kann hoyrast omanfyri, og samstarvinum við L.O.C. á lagnum “Helt min egen”, ið lá nummar eitt á donsku hittlistunum. Men eisini løg sum “Gå en tur”, “Klar til kærlighed” og “Gør det lettere” hava víst, at hetta er ein spennandi songkvinna, ið skapar popp, ið blandar hennara donsku og afrikansku røtur, við onkrum slag stórbýarkendum soul tónleiki.
Løgini eru fangandi og tekstirnir líkatil og viðkomandi, sungnir av hennara sermerktu og sjarmerandi rødd.
Okkara Voxbotn 2014 verður í Vágsbotn leygardagin 28. juni 2014. Umframt Barbara Moleko eru L.O.C., Return, Killer Queen, Swangah og Byrta avdúkaði, eisini fer ein rúgva av øðrum bólkum á pallin henda dagin.










