Barbara heldur fram sum forkvinna

Á fyrsta nevndarfundi eftir landsfundin hevur landsnevndin hjá SU skipað seg.


Barbara Gaardlykke Apol heldur fram sum forkvinna, og Jógvan Kallsgarð úr økisdeildini SU Norð verður næstformaður. Kassameistari og skrivari verða ávikavist Karin Reginsdóttir Joensen og Rói Dam Dalsgarð.


Afturat teimum vanligu nevndarsessunum er Guðrun Djurhuus vald til altjóða skrivari, og hevur ábyrgd fyri samband og samskifti við ungmannafeløg og felagsskapir, sum SU er limur í.


Heidi Lindenskov Róadóttir, Hákun Skoubo Dalsgaard, Bergur A. Dalsgarð og Manne Næs Mortansson verða nevndarlimir, og tiltakslimir verða Bartal Súsonnuson Hansen og Vølundur Lognberg.


Í útisetanevndini sita fimm umboð, sum búgva uttanfyri Føroyar: Barbara Eysturoy, Erhard Petersen, Elma Næs Mortansdóttir, Andrias Høgenni og Guðrun Durhuus.