Barbara í Gongini: – Eg eri útiseti og føroyingur í einum

Í gjárkvøldið fekk Barbara í Gongini handað Mentanarvirðisløn Landsins frá Føroya Landsstýri á 150.000 krónur. 

 

 

 

Í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin, sigur Barbara í Gongini, at hon javnan verður spurd møðsama spurningin, hvaðani hon fær íblástur til tað, sum hon skapar. Hon er lítið upptikin av svarinum til spurningin, tí hon hevur tilgongdir til skapanina, sum eru mentalar og ítøkiligar, og síðani verða ting ella tilvísingar blandaði uppí. Men kjarnin er óivað at vera útiseti og føroyingur í einum.

 

 

–Tað snýr seg um, at plaggið er í andstøðu og kann nýtast til ymisk endamál. Hugburðurin er, at klæðir kunnu nakað annað enn at bert at vera praktisk pløgg, sigur hon.

 

 

Tað er eyðsæð, at Barbara hevur eina listarliga hugsjón og tilgongd í skapanini av pløggunum. Sjálv sigur hon, at øll kollektiónin ikki er soleiðis, og at tørvur eisini er á, at hava og skapa tey róligu pløggini. 

 

 

Les alla persónligu samrøðuna við Barbaru í Gongini í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið fríggjamorgunin.