Basalt, ísur og vatn hava givið íblástur til nýggju klædnasniðini hjá Barbaru í Gongini, sum verða sýnd fram á Bryggjuni í Keypmannhavn í morgin
Afturat svørt/hvítu grundlitunum brúkar Barbara í Gongini hesuferð ein sjálvlýsandi gulan lit, ið boðar eina spírandi nýggja byrjan
Klædnarøðin umfatar einføld pløgg og meir stórslignar búnar, har tað er tilfarið, heldur enn litirnir, ið vísa ymiskleikan í røðini.
Framsýningin er skipað sum eitt bland millum sýningina av sniðunum hjá Barbaru í Gongini, tónleiki hjá Teiti Lassen og einum nýggjum filmi hjá Marmar.
Framsýningin verður at síggja frá klokkan 19 til 20 í annaðkvøld á Bryggjuni í Keypmannahavn











