Barbara brennir fyri føroyska sjónleikinum

Tá ið Barbara Christopersen úr Vestmanna í juni verður útlærd sum sjónleikari, ætlar hon sær ikki at leita sær út í stóru verð at leika. Heldur vil hon heim til Føroya at verða við til at menna um føroyskan sjónleik, ið hon metir er á høgum støði

Um tú spurdi lítlu Barbaru Christophersen úr Vestmanna, hvat hon vildi verða, tá ið hon bleiv stór, so var svarið avgjørt. Hon vildi verða sjónleikari. Í dag er barnadreymurin um at gerast veruleiki, tí Barbara gongur á triðja og seinasta árið á danska films- og sjónleikaraskúlanum Holberg í Keypmannahavn. Unga avgjørda daman vil ikki sjálv kalla hennara komandi sjónleikarayrki ein gamlan barnadreym men eina støðuga ætlan, ið hon heilt frá barnsbeini hevur arbeitt miðvíst fram ímóti.
-Eg havi altíð vitað, at eg vildi verða sjónleikari. Eg byrjaði sum sjey ára gomul at spæla í einum skúlasjónleiki. So havi eg verið við í ymsum áhugasjónleiki, frá tí eg var trettan ár. Eg visti altíð, at eg vildi á sjónleikaraskúla, sigur Barbara Christophersen.

Til Føroya at spæla sjónleik
Barbara ætlar sær ikki at leita sær út í heim at spæla sjónleik. Spennandi pallirnir í London ella New York eru als ikki so lokkandi fyri ungu damuna, sum føroyski pallurin. Hon kennir seg meira drignan at tí føroysku sjónleikaramentanini, hóast hon heldur, at umstøðurnar til sjónleik í Føroyum saktans kundu verið nógv betri, enn tær eru nú.
-Vit hava til dømis onki ordiligt tjóðleikhús, sigur Barbara avgjørd.
Hóast vánaligu umstøðurnar, so heldur Barbara avgjørt, at vit hava eina livandi føroyska sjónleikaramentan.
-Vit hava heilt víst nógvar góðar sjónleikarar her heima. Eg gleði meg at koma heim fyri at verða við til at menna víðari um føroyskan sjónleik, sigur Barbara.

Viljin, ið drívur verki
Spurd, um tað nú er møguligt at liva av sjónleikinum í Føroyum, sigur hon, at tað kann ein líka so væl, sum ein kann liva av tí aðrastaðni.
-Um tú ert í Føroyum, London, Keypmannahavn, New York ella onkra heilt aðrastaðni, so finnast tað altíð ein rúgva av arbeiðsleysum sjónleikarum. So tað er virkuliga viljin sum má dríva verkið. Ríkur verður man so ikki av sjónleiki í Føroyum, sigur Barbara og flennur.
Barbara gleðir seg nú at koma í gongd við yrkissjónleikin eftir lokna skúlagongd, men vil ikki avmarka seg til ein ávísan leiklut.
-Eg royni fegin allar leiklutir, tí teir eru allir ein avbjóðing í sær sjálvum. Eg vil ikki avmarkað meg til eina ávísa grein, men eins og øll onnur, so eri eisini sterkari á vissum økjum enn á øðrum, sigur Barbara.

Fyrsti yrkisleiklutur
Í løtuni er Barbara á starvsvenjing hjá Tjóðpalli Føroya. Henda starvsvenjing liggur so væl fyri, at ikki einans sleppur Barbara at uppliva eina stóra uppseting av Náttarherberginum, ið er sjónleikur eftir Maxim Gorkij, men hon hevur eisini fingið ein leiklut í sjónleikinum. Hetta er fyrsti yrkisleikluturin hjá Barbaru.
-Tað er ikki altíð, at fólk av mínum skúla sum eru í starvsvenjing fáa leiklutir. Heldur plaga tey at hjálpa til rundan um, har tað hendir, so hetta er avgjørt ein stórur møguleiki og sera spennandi fyri meg at royna, sigur Barbara.
Tey, ið hava hug at síggja Barbaru, ið spælur leiklutin Nastja, og Tjóðpall Føroya framføra Náttarherbergið eftir Maxim Gorkij, kunnu fara til leikin, ið hevur frumframførslu á Meiraínum í Havn mikukvøldið.