Barbara í Gongini hevur framvegis sín heilt egna og sermerkta stíl. Hóast hon hevur ment seg og nú gongur nýggjar leiðir, ert tú tó á ongan hátt í iva um, at tað er Barbaru'sa sniðgeving, tú sært. Henni dámar at spæla við tilfar, linjur og samanseting, og at yvirraska áskoðaran. Og tað gjørdi hon sanniliga eisini á Copenhagen Fashion Week.
Ovurfegin Barbara
Mótashowið byrjaði -heldur óvæntað- við nøkrum ljósum settum. Longu tá hoyrdist eitt suð í salinum, tí Barbara hevur altíð hildið seg mest til tað svarta. Tey svørtu settini komu tó seinni, og knútar, flættur, skeivar linjur og assymetri floymdu um pallin.
Barbara sigur sjálv, at hon hevur arbeitt nógv við fýrakantum, tí minimalistiska og at blanda tað vakra og lætta við tí tunga og tí ráa. Úttrykkið var harumframt meiri "street", enn tað fyrr hevur verið, t.d. við skrøddum nylonsokkum.
- Tíðin fram til mótavikuna er ótrúliga strævin, tí tað er so nógv sum skal fáast at passa saman, so beint nú eri eg glað fyri, at tað er yvirstaðið, greiddi Barbara í Gongini frá beint eftir sýningina.
Hon segði, at tíðin fram til showið hevur verið stressandi, og hon fekk ikki tey seinastu pløggini aftur frá framleiðsluni í Pakistan og Litava fyrr enn hósmorgunin, sama dag, sum sýningin skuldi vera.
Barbara nýtti hesuferð Uffe Buchard, sum er ein ógvuliga kendur stylistur, at hjálpa sær við sýningini.
- Men hann slapp ikki at bestemma so nógv, tí eg eri so ráðarík og vil hava tað uppá mín máta. Men tað var eitt spennandi samstarv, sum eg vænti fer at halda fram, greiðir Barbara frá.
Stylingin var rættiliga dramatisk, og modellirnar vóru bleikar á at líta við hvítum smyrsli um eyguni og bleikum varrum.
Janus, Jens og Eivør
Men tað vóru ikki bara klæðini og stylingin av modellunum, ið fangaðu áskoðararnar. Pallurin var heilt hvítur og fyri endan var ein stórur skermur við grafikki. Tónleikurin var heldur ikki vanligu bankandi rútmurnar, tvørturímóti. Tað var Jens L. Thomsen, ið vit kenna frá bólkum sum Clikhaze og Orku, ið hevði gjørt tónleikin. Showið byrjaði við kirkjuklokkum, sum ringdu, og tað boðaði beinanvegin frá, at hetta ikki fór at vera ein vanlig sýning. Síðani kom meiri ljóð á, og útrykkið gjørdist meiri dapurt.
Tá showið var hálvrunnið trein Eivør brádliga inn á pallin, stylað sum modellirnar og í klæðum frá Barbaru í Gongini. Hon gekk júst sum hinar modellirnar, so tey, sum ikki kendur hana, hildu hana vera eina vanliga model. Men brádliga steðgaði hon mitt á pallinum og byrjaði at syngja, meðan hinar modellirnar gingu víðari. Útrykkið var ógvuliga Orku-kent, og hon skapti eitt heilt serstakt huglag við sínum sangi, sum stóð sum ein mótsetningur til dapra tónleikin.
Frá mínum setri eygleiddi eg útlendsku áskoðararnar, og tað var týðiligt, at teir vóru sera bergtiknir og yvirraskaðir av hesi óvæntaðu sangframførðsluni. Eg hoyrdi viðmerkingar sum "-Tað er øgiligt handan modellin dugur væl at syngja." Fleiri funnu sær eisini fartelefonina fram og avmyndaðu hetta yvirraskandi elementið í sýningini.
Tá sýningin var liðug, og Barbara sjálv kom út eftir pallinum, rungaðu lógvabrestirnir, og fólk floytaðu, róptu og góvu sína gleði til kennar.
Stuttligt, strævið og alneyðugt
- Tað er so fantastiskt at vera á mótavikuni, men tað er nógv arbeiði av tí. Vit hava verið eini 12 fólk í gongd við hesum showinum í ein mánað, og vit hava seymað, evnað til og fyrireikað.
- Men hóast tað er strævið, so er tað vert tað, tí tað verður ein stórur innsatsur gjørdur við at flúgva útlendsku mótapressuna til Keypmannahavnar hesar dagarnar. Tað er jú sera týdningarmikið fyri okkum sniðgevar, at tey røttu magasinini í New York og Italia síggja, at vit eru til og hvat vit hava at bjóða, og tí má man veruliga spíla seg út hesar dagarnar, vísir Barbara á.
Hon sigur, at støðið á mótamessuni í Keypmannahavn er sera høgt, og sniðgevingin har er eitt stig frammanfyri onnur lond.
- Tað eru fleiri, sum koma higar at forvitnast og síggja hvat rørir seg, tí tað sum hendir her, fer heilt víst eisini at breiða seg longur út í heim, greiðir Barbara frá.