Hóast nógvir statir enn ikki eru upptaldir, so meta fleiri amerikanskar heimasíður og eygleiðarar, eitt nú kenda blaðið Time, at Barack Obama hevur vunnið valið. Tað skal ein sensatión, eitt mirakkul til fyri, at McCain skal gerast forseti. Hetta meta nógvir eygleiðarar, sum fylgja amerikanska valinum í nátt. Sjálvt um ein statur sum Florida fellur í hendurnar á McCain, so tykist hann kortini ikki at hava møguleika at vinna. Eftir at hava tapt lyklastatin Ohio kann McCain lesa skriftina á vegginum. Obama hevur í løtuni 207 valmenn og McCain 135. Staturin California telur 55 valmenn, og hann er Obama vísur í at vinna. Hann skal tá bara hava 8 valmenn aftrat. Eisini sær tað út til, at demokratarnir fara at vinna stórt í senatsvalinum.