Bara tveir dystir eru í dag

Tað gongur striltið rættuliga at fáa gongd á kappingina í næstbestu deildini. 2. umfar, sum skuldi havt verið spælt fyri viku síðani, er ikki avgreitt. Í hesum vikuskiftinum skuldi 3. umfar verið spælt, men tað verða bara tveir dystir spældir í dag, og ein verður spældur í morgin.

NSÍ er í Íslandi í dag, og fleiri av teimum, sum skuldu spælt við næstbesta liðnum, eru við í ferðalagnum. Tí er dysturin hjá teimum á heimavølli ímóti HB útsettur.

Víkingur og B68 skuldu spælt í Leirvík, men tann dysturin er útsettur til Dýra biðjudag. Unglingaliðið hjá B68 er í Suðuroy í dag, og fleiri av teimum, sum manna unglingaliðið, spæla eisini í 1. deild.

TB og EB/Streymur spæla sambært skránni á Swevmýri í morgin.

Tískil eru bara tveir dystir á skránni í dag:

07 Vestur-AB: Georg Rasmusen - kl. 15

VB/Sumba-KÍ: Petur Reinert - kl. 14