Bara tann fyrsti undirsjóvartunnilin

Lógvabrestirnir geltu, tá Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum, klokkan 14.31 hósdagin hin 28. september ár 2000 lat fyrsta skotið fyri Vágatunnlinum av

Leynar: So er av álvara farið undir at arbeiða upp á undisrjóvartunnilin undir Vestmannasundi. Fyrsta skotið varð latið av hósdagin. Og samstundis boðaði landsstýrismaðurin í samferðslumálum frá, at peningur er settur av á komandi fíggjarlógaruppskoti til seismiskar kanningar undir Leirvíksfirði. Farið verður undir at gera undirsjóvartunnil undir Leirvíksfirði, so skjótt, arbeiðið undir Vestmannasundi er komið so mikið áleiðis, at amboð og vitan kann flytast undir Leirvíksfjørð.

Væl av fólki var komið saman við komandi tunilsmunnan Leynamegin, tá fráboðaða fyrsta skotið skuldi latast av hósdagin. Har vóru tingmenn, løgmaður og landsstýrismenn. Vágatingmenninir og bygdarráðsformenninir í Vágum vóru, sum vera man, komnir at uppliva hesa stóru løtu. Og eisini onnur vágafólk vóru komin til Leynar hendan dagin.

Dávur Reinert Hansen, stjóri í partafelagnum Vágatunnlinum, beyð fólki at koma oman móti berginum, har sjálvt holið ætlandi skal verða. Har greiddi hann eitt sindur frá, hvat hent er, og hvat væntandi fer at henda.

Eftir stutta frágreiðing fór alt fólkið yvir um aftur ánna og oman eftir landsvegnum, har Bjarni Djurholm skuldi trýsta á knøttin, sum loysti skotið av.

Tað ljóðaði ein brestur, og roykur stóð upp frá beninum, meðan mannamúgvan klappaði og skundaði sær niðan aftur móti berginum at síggja, hvussu út sá eftir fyrsta skotið.

Hetta var eitt symbolskt skot, mestsum eitt royndarskot, men tað setti tó hol í veggin, og fólk, tóktust nøgd við, at nú var gongd komin

á.

Ein tann fyrsti, sum legði upp í rúgvuna, sum komin var frá skotinum, var vágatingmaðurin Marius Dam. Hann stóð so fegin við einum steini í hondini yvir høvdinum, meðan hin vágatingmaðurin tók mynd av honum til privata myndasavnið. Og tað vóru fleiri, sum nýttu høvið at taka sær ein stein frá fyrsta skotinum í tunnilsarbeiðinum.

Tiltakið endaði við samkomu í smiðuhøllini, har pinnamatur og okkurt frískandi var at fáa. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, nýtti høvið at ynskja øllum tillukku við arbeiðinum, sum nú var byrjað og boðaði samstundis frá, at nú eru pengar settir av til seismiskar kanningar undir Leirvíksfirði, og at har verður farið undir at gera undirsjóvartunnil, so skjótt til ber.