Bara tímar eftir

Pakistansku trygdarmyndugleikarnir siga, at nú er tað bara ein spurningur um tímar, til yvirgangsleiðarin Osama bin Laden verður tikin.
- Vit eru komnir nógv nærri málinum. Herfyri var hann fleiri mánaðir undan okkum, síðani styttist tað til vikur, og nú tosa vit bara um tímar, segði ein týðandi yvirmaður hjá pakistansku fregnartænastuni í gjár.
Síðani pakistansku myndugleikarnir í samstarvi við CIA tóku Khalid Sheikh Mohammed næstseinasta leygardag, hava teir sett meiri ferð á arbeiðið at finna bin Laden á marknaleiðunum millum Pakistan og Afghanistan. Pakistansku myndugleikarnir hava sagt, at teir funnu fleiri týðandi skjøl í húsunum, har Khalid Sheikh Mohanmed varð tikin, men tað er ógreitt, um tað eru hesi skjølini, sum hava givið myndugleikunum upplýsingar um, hvar bin Laden kann vera staddur.
Bæði pakistanar og amerikanarar viðganga, at teir vita ikki, hvussu bin Laden sær út í dag, tí tað er væl hugsandi, at hann hevur broytt útsjónd fyri ikki at verða avdúkaður.