Bara stuttligt tá tú vinnur

Kurt Mørkøre er maðurin, sum í ár stendur á odda fyri B36. Fótbóltur er bara stuttligur, tá tú vinnur, heldur Kurt, sum sigur seg vera nógv meiri menniskjaligan sum venjara, enn hann var sum leikari

Seinast Kurt Mørkøre var partur av føroyskum fótbólti, var í 2003, tá hann var venjari hjá KÍ. Aftaná tað gekk leiðin aftur til Noregs, har hann eisini var áðrenn hann tók við sum venjari í Klaksvík.
– Trý tey seinastu árini havi eg verið venjari hjá einum liðið í 3. deild (Eide omegn, blðm.), og samstundis havi eg tikið næsthægstu venjaraútbúgvingina í Noreg, greiðir Kurt Mørkøre frá, tá vit hitta hann eftir venjing eitt illveðurskvøld tíðliga í mars.
Tað var dagin eftir stórsteypadystin móti arvafíggindunum HB, at samrøðan við Kurt Mørkøre varð gjørd, og tí slepst ikki undan at ynskja manninum tillukku.
– Takk takk. Ja, nú spældu vit ikki so væl, men vit vunnu so og tað vil eg altíð, sigur Kurt, smílist og heldur áfram:
– Tað er stuttligt at spæla fótbólt, veitst tú, men tað er allar stuttligast at vinna, sigur hann avgjørdur, áðrenn hann staðfestir:
– Nei, tað er bara stuttligt at spæla fótbólt, tá tú vinnur!

Kunnu ikki byrja við takinum
Flest allir fótbóltsáhugaðir føroyingar vita, hvussu Kurt Mørkøre var sum leikari. Men sum venjara hevur hann bara verið í Føroyum tað eina árið og tí er tað valla øll, sum kenna venjaran Kurt Mørkøre.
– Eg eri kravmikil og krevji, at spælararnir geva seg fult út. Eg eri nærlagdur og eg hati at tapa, lýsir Kurt seg sjálvan.
– So vil eg hava, at spælararnir halda seg til tað defensiva konseptið, samstundis sum teir hava fríar teymar frameftir.
Ábyrgdarfullur og tryggur í verjupartinum, og kvikt álopsspæl við nógvum fólkið, ljóðar fótbóltsfilosofi’in hjá “Kong-Kurt”, sum viðhaldsfólkini hjá Sogndal róptu hann, tá hann buldraði bóltar í netið har.
Spurdur, um tað er verjupartin hann hevur høvuðsfokus á, nú hann skal seta sítt lið saman, svarar hann avgjørdur, at tað er tað.
– Vit mugu jú byggja húsið frá grundini. Tú kanst ikki byrja við takinum og byggja niðureftir. Grundin má standa sum tað fyrsta, tá tú byggir eini hús, sigur Kurt og vísir á, at trygt verjuspæl gevur størri frælsi frameftir vøllinum.
Júst trygga verjuspælið var eitt at vørumerkjunum hjá B36 í fjør, men hvat metir Kurt Mørkøre sjálvur um hópin, hann nú ræður yvir?
– Tað eru øgiliga góðir leikarar. Vit hava ein breiðan hóp, har teir ungu eisini stinga seg fram ímillum, sigur hann og heldur fyri, at B36 kemur at berjast í toppinum saman við NSÍ, HB og EB/Streymi.


Menniskjalig útgáva av Kurt
Nú Kurt er venjari hjá B36, er hann eisini fluttur til Havnar. Tað er ikki heilt tað sama, sum at vera í Klaksvík.
– Hyggur tú upp á onkran í Klaksvík, so veitst tú at viðkomandi er KÍ-ari. Í Havn veitst tú ikki um hann er B36-ari, HB-ari ella AB-ari. So eg má vera opin fyri øllum, og mær dámar væl í Havnini, sigur Kurt.
Fyri hann verður tað ikki heilt tað sama, nú hann skal búgva í Havnini og venja B36. Og fyri fótbóltsáhugaða føroyingin verður Kurt Mørkøre ei heldur soleiðis, sum vit kendu hann.
– Sum venjari eri eg eisini nógv meiri menniskjaligur enn sum leikari. Sum leikari hevur tú bara teg sjálvan at hugsa um, men tað ber ikki til sum venjari, sigur maðurin, sum var kendur fyri at vera ein øgiligur málrevur, men eisini ein dummur hundur at spæla ímóti. Hetta er hann eisini fullgreiður um sjálvur.
– Hevði eg spælt í móti mær sjálvum, hevði eg helst verði púra svakur, sigur Kurt meðan hann flennandi lovar, at tað verður ein meiri human útgáva at Kurt Mørkøre, ið Fótbóltsføroyar í ár verða vitni til.
– Men eg skal nokk koma leypandi út úr skýlinum viðhvørt, skemtar hann.