Bara stórkapitalurin sleppur framat

Hevur tú ikki heilt nógvar pengar á bankabókini, eru eingin møguleikar at byrja nakað nýtt í føroyskari alivinnu, sigur Hørður Wardum, sum nú leggur frá sær sum stjóri á Fiskaaling. Hann fer helst at brúka sína vitan uttanlands

Tað er ógjørligt at fara undir nakað nýtt í føroyskari alivinnu, um tú ikki hevur einar 20 milliónir á bankabókini, sigur Hørður Wardum, sum hevur sagt seg úr starvi sum stjóri á partafelagum Fiskaaling.
Støðan er so mikið vánalig, at tað krevjast øgiliga nógvir pengar til at fara undir nakað nýtt í alivinnuni. Tað ger so, at bara tær heilt stóru fyritøkurnar hava ráð til slíkt. Privatfólk, sum ætla at byrja nakað fyri seg sjálvan, hava ongan møguleika, sigur hann.
Sjálvur kundi hann hugsað sær at farið undir at ment onkra grein í vinnuni, men sær seg ikki føran fyri tí her á landi í hvussu er.
?Skal nakað nýtt roynast, sigur Hørður Wardum, skal tað gerast uttanlands. Har tykjast møguleikarnir betri at sleppa undir okkurt av tí, eg haldi meg hava fakligan førleika til.
Og júst tað fakliga hevur havt ein stóran lut í avgerðini, hann hevur tikið, um at siga seg úr stjórastarvinum á Fiskaaling.
?Tað hevur verið ógvuliga tungt at verið stjóri á Fiskaaling hesa tíðina, tí tað hevur mestsum bara verið mótbrekka, sum hann tekur til. Fiskurin á lívfiskastøðini í Skopun doyði allur av óhappi, og fíggjarliga hevur verið so mikið trongt eisini, at stóra uppgávan hjá stjóranum hevur verið at halda aftur, so til bar at yvirliva fíggjarliga, heldur enn at kunna brúka sín faklga kunnleika.
Hørður Wardum sigur, at hann kundi hugsað sær at arbeitt víðari við resirkuleing, sum hann metir kundi ment føroyska alivinnu, og lækka kostnaðin á alda fiskinum munandi.
Við at alt fiskin á landi, til hann vigaði eini 500 gram ella so, hevði borið til at sett hann á sjógv nær á árinum tað skuldi verið, sigur Hørður Wardum. Ikki sum nú, fiskurin vigar eini 50 gram ella so, tá hann verður settur út. Tá tolir hann nógv minni av enn størri fiskurin, og verður tí settur út á vári. Allir seta út í senn, og taka tí eisini samstundis. Hinvegin hevði borið til at spjatt útsetingina, og harvið tøkuna, yvir alt árið og soleiðis eisini røkt marknaðin betri. Umframt tann heilt stóra fyrimunin, at styttri fiskurin gongur er i sjónum, minni er vandin fyri sjúku.
Og at enda, men ikki minst, hevði tað bara kostað ein lítlan part av tí, tað í dag kostar, um gjørt varð meira við resirkulering, sigur Hørður Wardum.
Møguleikarnir eru so smáir fyri slíkum í Føroyum, at hann nú ætlar sær uttanlands, helst til Danmarkar at royna sín kunnleika, sigur Hørður Wardum.