Bara smáting

Løgreglan í Klaksvík hevur havt nógv at gera um høgtíðina, men talan hevur verið um smáting, sum vakthavandi kallar tað

Av politistøðini í Klaksvík verður sagt, at teir hava havt nógv um at vera um høgtíðina, men at talan bert hevur verið ujm smáting.

Onkur húsaófriður, okkurt ferðsluóhapp og onkur slagsmál, men tað hevur havt lítið upp á seg. So sjálvt um tað hevur verið nógv at gjørt, so hava vit bert verið 5-10 minuttir á hvørjum stað, sigur vakthavandi á politistøðini í Klaksvík.

Eisini leygarkvøldið var nógv fólk í býnum og tá hevði løgreglan eisini nógv at gera, men sunnukvøldið var friðarligt.

Fólk munnu helst vera troytt eftir longu høgtíðina, metti vakthavandi.