Bara Ísland betri enn vit

Í seniorbólkinum vunnu tey 6 gull, 12 silvur og 6 bronsu, og í juniorbólkinum 15 gull, 9 silvur og 4 bronsu. Tilsamans gjørdust tey nummar 2 í liðkappingini, aftanfyri vertirnar Ísland, og settu hartil 6 føroysk met og 23 juniormet.

 

Svimjisambandið sigur, at hetta er einastandandi úrslit, serliga tá ið hugsað verður um at bara ein av teimum er fyrstaársseniorur, tvær eru fyrstaársjuniorar, og restin undir veruligan junioraldur. Tey vóru 8 úr Føroyum, í kapping ímóti einum liði á 35 úr Íslandi, 6 úr San Marino, 6 úr Andorra og einum úr Luxembourg. Tey svumu nógvar kappingar í part, og oftast bæði innleiðandi og finalu í hvørjari grein. Og tó so megnaðu tey at halda tørn og halda á, í tveir fullar dagar.

 

- Talan er um enn eitt gott ættarlið av svimjarum, sum ikki fýrir fyri at venja og kappast einar 6 kilometrar um dagin, fyri síðani at møta til morgunvenjing mánamorgunin. Hóast tey ikki eiga langgeil at venja á í Føroyum, so tora tey at geva seg eisini í langa hylinum, kanska tí at tey eftirhondini so ofta hava verið til kappingar í Íslandi og Danmark, sigur Svimjisambandið.

 

Næsta Small States stevna verður í Andorra í juni 2012. Longu nú hósdagin fara svimjarar úr Havnar Svimjifelag og Suðuroyar Svimjifelag við Ægir til Danmarkar at kappast, á donsku meistarastevnuni fyri ung. Fyrst í juli verður norðurlendsk meistarastevna fyri ung í Noregi, mitt í juli evropeisk juniormeistarastevna í Finnlandi, og fyrst í august evropeisk meistarastevna í Ungarn.