Sjálvstýrið hevur boðað frá, at flokkurin ikki stillar upp til fólkatingsvalið hesaferð, og tí verða tað bara teir seks flokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin, sum stilla upp hesaferð.
Tikið verður sum givið, at Mette Frederiksen fer at skriva út val í dag, kanska fyrrapartin. Tað lat hon skilja, tá hon var gestur hjá journalistinum Kåre Quist í TV Avisen í gjárkvøldið.
Danski Javnaðarflokkurin hevur eisini heilsíðulýsingar í bløðunum í dag í sambandi við fólkatingsvalið, og tað bendir á, at vit eru komin til dagin, tá valið verður skrivað út.
Seinast var Sambandsflokkurin størstur á fólkatingsvalinum við 28,3 prosentum. Næstur var Javnaðarflokkurin við 25,6 prosentum.
##med2##
Í Fólkatinginum eru 179 tinglimir. 175 verða valdir í Danmark, tveir í Føroyum og tveir í Grønlandi. Treytin hjá flokkum at stilla upp í Føroyum og í Grønlandi er, at flokkurin er umboðaður í ávikavist Løgtinginum í Føroyum og Landstinginum í Grønlandi.
Tað ber ikki til hjá nýggjum flokkum at stilla upp, men tað ber til at stilla upp uttanflokka. Tá kann bara ein stilla upp, og tað krevur í Føroyum 150 stillarar og í Grønlandi 100 stillarar.
##med3##