Upptakt
Hjá bæði NSÍ og KÍ hevur byrjanin upp á kappingarárið verið heldur soltnari, enn vónirnar vóru til. Men enn er so ikki ov seint. Oddurin er ikki av álvara drigin frá enn, og við einum sigri leygardagin, hava liðini av álvara møguleikan at leggja seg út í oddastríðið.
Skyldu øllum ein sigur
Og hjá báðum pørtum er galdandi, at tey hava á leið alt fólkið tøkt.
Jógvan Martin Olsen sigur, at hjá teimum er talan hvørki um leikbann ella skaðar, og spurdur, hvørt teir fara eftir sigrinum, er venjarin ivaleysur.
- Tað gera vit sjálvandi altíð, men tað er so ikki hvørja ferð, at tað eydnast. Hinvegin haldi eg, at vit skylda bæði felagnum, okkum sjálvum, og ikki minst okkara trúgvu áskoðarum, at vit nú gera álvara av hesum, og við allari virðing fyri KÍ, so skal hetta bera til.
Venjarin heldur eisini, at spælið hjá liðnum hevur verið heldur betri seinastu dystirnar, men málini resta framvegis, og sum kunnugt, so eru tað fyrst og fremst hesi, sum telja.
Báðar vegir
Og hjá KÍ hevur júst hetta eisini verið ein av stóru trupulleikunum í ár. Enn hevur liðið ikki roynt at fara av vøllinum sum taparar, men ov nógvir javnleikir kunnu kosta dýrt á talvuni, og hetta tykjast teir á liðnum eisini at vera greiðir um.
Hesaferð noyðast teir tó at vera Símun Joensen fyriuttan, eftir at hann fekk reytt seinast, men í aðrar mátar tykist hópurin vera styrktur. Leon Bjartalíð gjørdi kortini ikki álvara av sínum ætlanum um at skifta felag, og hann hevur so vant aftur við fullari ferð, og eisini Jacob Bymar er um at koma fyri. Danski álopsleikarin hevur drigist við skaða í lærkrikanum, men hesin er nú batnaður somikið, at hann í øllum førum verður í hópinum leygardagin.