Bara Olaf hevur fult stigatal

Nú FM kappingin í talvi fyri einstaklingar er tvey umfør gomul, er tað bara FM favoritturin Olaf Berg, sum hevur fulla úrtøku. Í gjár vann hann í fyrsta umfari og við svørtum á Ólavi Simonsen, og í dag vann Olaf Berg á Finnbjørn Vang. Aftur hesa ferð var tað við svarta fólkinum.

Í gjár vann Finnbjørn Vang á Herlufi Hansen. Í dag vann Herluf Hansen á Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Mett út frá styrkistølunum hjá teimum báðum var talan um óvæntað úrslit, tí styrkistalið hjá Carl Eli er væl hægri enn talið hjá Herlufi.

Næstur á listanum er Eyðun Nolsøe. Í fyrsta umfari endaði tað remis millum hann og Martin Poulsen. Í kvøld hevur Eyðun vunnið ímóti Høgna Egilstoft Nielsen. Teir báðir fóru ikki undir teirra talv, fyrrenn hini talvini vóru um at vera liðug í kvøld.

Tvey talv endaðu remis í dag. Tað vóru talvini millum Martin Poulsen og Ólav Simonsen og millum Hanus Brekká og Hans Kristian Simonsen. Talvið millum Høgna Egilstoft Nielsen og Eyðun Nolsøe er ikki liðugt.

Úrslitini bera við sær, at tað Olaf Berg hevur tvey stig ella fulla úrtøku. Hann er eitt hálvt stig frammanfyri Eyðun Nolsøe.

Olaf Berg hevur 2,0 stig.

Eyðun Nolsøe hevur 1,5 stig.

Høgni Egilstoft Nielsen, Finnbjørn Vang, Herluf Hansen, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Martin Poulsen hava 1,0 stig.

Hanus Brekká, Hans Kristian Simonsen og Ólavur Simonsen hava 0,5 stig.

Úrslit í 2. umfari

Finnbjørn Vang-Olaf Berg 0-1

Martin Poulsen-Ólavur Simonsen1/2-1/2

Høgni Egilstoft Nielsen-Eyðun Nolsøe 0-1

Hanus Brekká-Hans Kristian Simonsen 1/2-1/2

Herluf Hansen-Carl Elin Nolsøe Samuelsen 1-0

3. umfar mánadagin klokkan 17.00

Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Finnbjørn Vang

Hans Kristian Simonsen-Herluf Hansen

Eyðun Nolsøe-Hanus Brekká

Ólavur Simonsen-Høgni Egilstoft Nielsen

Olaf Berg-Martin Poulsen

Styrkistølini undan kappingini

Olaf Berg 2272

Ólavur Simonsen 2201

Martin Poulsen 2194

Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2162

Eyðun Nolsøe 2152

Hans Kristian Simonsen 2104

Høgni Egilstoft Nielsen 2072

Herluf Hannsen 2032

Hanus Brekká 2026

Finnbjørn Vang 2022