Vágbingar kundu væl liva við at fara úr Runavík við einum stigi. Sum tað tók seg upp fram ímóti dystarenda, so kundu teir á heimaliðnum havt mist øll stigini. Tað hevði verið ov nógv av tí góða. Síðstu løtuna setti VB, sum tá hevði fríska lotið undan, báðar, sum teir høvdu á beinkinum inn á vøllin, og í báðum førinum var talan um meiri verjukendar spælarar, sum loystu meiri álopssinnaðar av.
Poul N. Poulsen loysti í síðsta minutti Birgir Jørgensen av. Tað var um reppið, at ungi maðurin í yvirtíðini syrgdi fyri, at øll stigini fóru suður til Vágs. Milan Kuljic, sum var mest eyðsýndi konstrutivi maðurin á vøllinum (hann hevði verið góður hjá NSÍ at havt!) spældi eitt tvey við Poul, sum var um reppið at gerast leysur, men hann var ikki nóg skjótur, og so varðveitti NSÍ eina stigið, sum tað næstan hevði verið synd, um teir høvdu mist.
Størsta møguleikan hevði Milan Kuljic heilt tíðliga. Hann gjørdist púra leysur við NSÍ málverjanum, men Jens Martin Knudsen vísti sína styrki, og so spurdist ikki meiri burturúr.
Bæði liðini vildu leypa á, men verjuspælið var meiri sannførandi enn álopsspælið, og so stóðust ikki nógvir møguleikar burturúr. Kári Hansen royndi seg við langskoti, sum Bjarni lyfti upp um til horna. Eftir innleggið var eitt sindur vandamikið frammanfyri VB málið, men einki spurdist burturúr.
Avgerandi støðurnar
Kring hálva tíman bríkslaði Lassin Isaksen tvær ferðir fyri brotssparki. Fyrru ferðina var eftir at Milan Kuljic í nærdysti við Áka L. Petersen, sum hevur trýst Messias út á beinkin, var farin um koll. Milan umsetti sjálvur úr ellivu metrum.
Tveir minuttir seinni lá bólturin á brotssparksblettinum í hinum endanum. Eftir langa framlegging fór Jónstein Petersen í nærdysti við Eyðun Jacobsen um koll, og neutrala uppmenninir úr Klaksvík søgdu, at tað var brotsspark. Sjúrður Jacobsen var tryggur, tá ið hann skoraði.
Í 1. hálvleiki hevði NSÍ undan vindinum betri tak á samanspælinum, enn teir høvdu eftir steðgin. Tað stóðust ikki serliga vandamiklar støður burturúr. Men einar tríggjar ella fýra ferðir var um reppið, at fleirtalsstøður kundu havt borið opnar støður við sær. Í øllum førunum vórðu skeivar avgerðir tiknar, tá ið tað mest ráddi um, og so spurdist einki burturúr.
Undan steðginum hevði NSÍ væl fleiri hornaspørk, enn VB hevði. Einki spurdist burturúr. Fram ímóti dystarenda var Óli Hansen, sum tá var í álopinum, um reppið við høvdinum at stýra innleggi í málið, men hann fekk ikki beint sera skrúvandi bóltinum ta kósina, sum hann hevði ætlað sær.
Eftir steðgin hevði NSÍ ilt við at samanspæla á miðvøllinum. Tá var ofta talan um langar sendingar, sum VB verjan ikki hevði trupulleikar at lesa og harvið byrgja fyri. Tað gjørdist ikki betri hjá NSÍ, tá ið besta álopsvápnið hjá teimum, Helgi L. Petersen, miðskeiðis í 2. hálvleiki noyddist at taka seg burturúr, tí hann var skaddur.