Fólkatingsvalið í Føroyum verður 31. oktober. Hetta er dagin fyri, at danskarar og grønlendingar fara á val.
Í Føroyum er Allahalganadagur 1. november, og dagurin er minnisdagur teirra sjólætnu, og tí heitti løgmaður á danska forsætisráðharran um at framskunda valdagin í Føroyum ein dag.
Í dag hevur danska Innanríkismálaráðið, ssum hevur ábyrgdina av fólkatingsvalinum, gingið umbønini á møti, og avgerðin er grundað á breiða undirtøku millum flokkarnar í Fólkatinginum. Allar flokkar uttan ein tóku undir við, at valdagurin í Føroyum varð framskundaður ein dag. Báðir teir føroysku fólkatingsmenninir tóku eisini undir við at flyta valdagin í Føroyum.
Bert Lars Løkke Rasmussen og flokkur hansara, Moderatarnir, vóru ímóti at flyta valdagin.