Bara ólavsøka skal verða størri enn Eystanstevna

Um vikuskiftið verður Eystanstevnan í Runavík. Her verður alt gjørt fyri at skipa eina stóra og áhugaverda stevnu Seinastu árini hevur áhugin fyri bygdarstevnum kring landið verið dalandi. Orsøkin til hetta er helst hon, at stórir festivalar og tónleikatiltøk eru komnir undan kavi.

Onkustaðni hevur verið tosað um at niðurleggja onkra stevnu, men hetta tosið dámar teimum einki í Runavík. Ársins stevna skal verða ein sum skal spyrjast millum fólk.

Eystanstevnan verður hin størsta og mest umfatandi nakrantíð, og fyrireikararnir hava sett sær sum mál, at framyvir skal hon verða so stór og umfatandi, at bert Ólavsøkan verður størri!

Stevnan í ár er serstøk, tí fleir nýggjar verkætlanir og tiltøk verða roynd, soleiðis at øll ? bæði børn, ung, miðaldrandi og gomul - hava okkurt at fara til.