Fiskivinna?
Hans J. Joensen er stjóri á lemmavirkinum Rock Trawldoors í Oyrunum í Vági, og hann er ørkymlaður í hesum døgum. Ørkymlaður av stórtíðindunum um, at nakrar royndir hjá trolaranum Rankanum av Tvøroyri skulu hava víst, at ein lemmatrolari sum brúkar flótitrolslemmar, saman við tungum ketuvektum, skal verja botnin meir enn vanligir botntrolslemmar.
Sambært tíðindunum í Kringvarpinum ger Rankin kanningarnar í samstarvi við eina smiðju í Thyborøn í Danmark.Men tað ber ti, at fáa lka góðir flótitrolslemmar á Oyrunum í Vági.
-Á okkara verksmiðju hava vit gjørt flótitrolslemmar í áravís, og á okkara heimasíðu, sum eitur www.rock..fo, kunnu fólk lesa, hvussu nógva olju Enniberg spardi við at fara yvir til okkara flótitrolslemmar í 2006, sigur Hans J. Joensen.
Gloymdu vektirnar
Hann undrast á, at tað eru stórtíðindi, at útlendingar nú koma við einum modelli av flótitrolslemmum á marknaðin og siga monnum, at hesir saman við botntroli skulu fara betri við botnumhvørvinum, og at teir skulu spara so og so nógva olju. -Sum lemmaframleiðarar kanna vit alla tíðina, hvat kann spara olju, og hvat kann gerast fyri verja botnin, men vit eru komnir til tað niðurstøðu, at ein hvørki sparir olju ella verjir botnin við teirri útgerðini, sum hevur verið umrødd í kringvarpinum í dagavís, sigur Hans J. Joensen.
Hann undrast eisini á, at fólk á Havstovuni siga, at allir trolarar áttu at brúkt flótitrolslemmar til botntrol, tí at tað verjir havbotnin. -Menn greiða frá, at botntrollemmarnir, sum teir brúktu frammanundan, vigaðu 2800 kilo hvør, og at teir lemmarnir, sum teir brúka nú, viga 1400 kilo hvør. Men teir gloymdu at siga, at tvær ketuvektir, sum viga 1200-1400 kilo hvør, hanga á breiðlunum og skulu eisini dragast fram eftir botni. Kjølurin á einum botntrollemmi er 14 cm breiður, og sostatt røra hesir eina flatu, sum er 28 cm av botninum undir towing. Harafturímóti røra tvær ketuvektir í minsta lagi eina flatu á 140 cm av botninum tá towað verður, sigur stjórin á lemmavirkinum í Oyrunum.
Aðrir givnir
Hans J. Joensen sigur, at við at slakka av á motorinum og towa seinni ber eisini til at spara nógva olju, men hvat við fiskiskapinum tá. Ferðin á skipinum er sera tíðandi fyri fiskiskapin , og tí heldur hann, at Havstovan eigur at gera nógv fleiri kanningar við at rokna út, hvat verður spart av olju pr. kilo veiddan fisk, áðrenn ein so tíðandi stovnur ferð út at taka dagar í millum hvat lønar seg.
-Vit fylgja við hvat hendur í londunum rundan um okkum og vita, at í Grønlandi hava menn kasta útgerðina upp á land, tí teir fingu nógv minni í, og skuldu teir fáa tað sama í sum aðrir, spardu teir ikki eina krónu í olju. Trý skip hava roynt hetta í Íslandi. Hjá tí eina bátinum, sum roynir á Eystlandinum, hevur tað gingið væl, tað vil siga, at teir hava fingið tað sama sum aðrir. Hinir báðir hava ikki varið nøgdir, og annar hevur koyrt útgerðina í land. Í Noregi hava fleiri roynt hesa útgerð. Vit hava just gjørt eitt botntrolsett til ´´Havbris´´, sum hevur koyrt útgerðina í land. Tann skiparin segði, at skuldu teir fáa tað sama sum hini skipini, máttu teir heingja so nógvar vektir á breidlarnarn, at teir brúktu meiri olju enn við teimum vanligu lemmunum, og tí vildu teir hava nýggjar lemmar frá okkum, sigur Hans J. Joensen.
Smærri útgerð loysnin
Hann harmast um óvanan hjá føroyingum at leypa á bláman, tá okkurt útlendskt kemur fram, at tað ofta eru summir, sum síggja sær møguleikan í at fáa stuðul til alla ta útgerð, sum skal keypast fyri at kunna fiska við hesari útgerðini. Hann ásannar, at hetta kann møguliga brúkast í fínasta veðri og góðum streymi, men spyr, hvussu verður við oljusparingini, tá veðrið verður ringt í vetur. Ein annar spurningur er, hvussu tað tá fer at gangast at halda lemmunum 10 metrar frá botni, og hvat hendir við tunnu løttu lemmunum, tá teir fleiri ferð hvørt tow bresta í botn.
-Tann einasti veruligi møguleikin fyri at spara olju hjá trolarunum er at brúka minni trol og minni lemmar og so heldur toga eina hálva míl skjótari. Tá ber til at spara olju, so tað forslær og fiska tað sama, sigur stjórin á Rock Trawldoors.