Bara Karl hevur vunnið ímóti KÍ

Tað eru seks ár síðani, at ÍF síðst vann ímóti KÍ, sum higartil í ár hevur vunnið fulla úrtøku

Eftir steypatapið á heimavølli týskvøldið ímóti NSÍ er tað aftur gerandisdagur í landskappingini hjá KÍ.

Klaksvíkingur rigga til at fara til Fuglafirðar við fullari úrtøku.

Stóri spurningurin í Klaksvík er nú, hvussu toppliðið, sum í landskappingini hevur fulla úrtøku, er ávirkað av vónbrotinum síðsta týskvøld.

Eftir tveir sigrar hevur ÍF tvær tær seinastu ferðirnar lagt rygg til stórtap í landskappingini – á útivølli ímóti NSÍ og HB.

Tølini siga, at KÍ plagar at hava takið í Fløtugerði. Síðani ÍF í 2018 var í næstbestu deildini, hevur KÍ tríggjar ferðir verið í Fuglafirði, og gestirnir eru hvørja ferð farnir til hús við øllum. Í fjør vann KÍ 4-1 og í 2019 vann KÍ 3-2 og 3-0.

ÍF hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti KÍ síðani 2015. Tá endaði annar dysturin 1-1, og ÍF vann hin 3-1. Einasti maður á ÍF liðnum, sum var við ta ferðina, er liðformaðurin Karl Løkin. Tríggir spælarar á KÍ liðnum vóru eisini við í 2015 – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð og Jákup B. Andreasen, sum varð skiftur inn.

Hjá ÍF hevur Filip Djordjevic seinastu vikurnar fyri tað mesta verið á beinkinum, tí hann er darvaður av skaða í rygginum. Tað verður roknað við, at hann í dag verður millum teir fyrstu ellivu.

Hjá KÍ er ivasamt, hvussu tað verður við Deni Pavlovic og Cleas Kronberg, sum báðir eru plágaðir av vøddaskaðum. Ímóti NSÍ noyddist Árni Frederiksberg at fara skaddur av vøllinum. Hann hevur vant í vikuni og verður við ídag.