Nógv fokus hevur verið sett á, at fleiri borgarstjórar kring landið, eru at finna á valevnislitunum hjá teimum ymiskum flokkunum til løgtingsvalið 01. september.
Á valdegnum fær veljarin høvi at seta sín kross við fjúrtan borgarstjórar, ið vóna at sleppa á ting.
Harímillum eru borgarstjórarnir í fimm teimum størstu kommununum í landinum, Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu, Runavíkar kommunu, Tvøroyrar kommunu og Eysturkommunu.
Um hugt verður at hvørjum flokkum teir stilla upp í, so er tað Tjóðveldi, ið við sínum fýra borgarstjórum, hevur flest borgarstjórar á sínum lista. Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava tríggjar hvør, meðan Nýtt Sjálvstýri hevur ein borgarstjóra á valevnislistanum.
Merkisvert er, at tað næstan allir borgarstjórarnir í Eysturoynni stilla upp. Borgarstjórarnir í Fuglafjarðar kommunu, Eysturkommunu, Sjóvar kommunu, Runavíkar kommunu og Eiðis kommunu stilla upp.
Harvið eru bara tveir borgarstjórar í Eysturoynni, ið ikki eru á nøkrum valevnislista til komandi løgtingsval. Tað eru Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, og Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, ið umfatar nakrar bygdir á Eysturoynni.