1. DEILD DANMARK
Tað gekk ikki, tá Óli Johannesen og Hvidovre í vikuskiftinum vóru inni á Eysturbrúgv og spældu ímóti B93. Gamla stórfelagið tykist vera komið so mikið fyri seg, at tað eru ikki eingir møguleikar fyri, at teir fara at fáa rætta kósini so mikið, at tað fer at eydnast at sleppa undan niðurflytingini.
B93 vann 2?1. Teir komu á odda, tá eitt stórt korter var farið. Rangstøðufellan hjá Óla og teimum kiksaði.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði Hvidovre. Tá høvdu teir í trettan minuttir spælt við bara tíggju monnum.
Og síðstu løtuna kostaði tað, at teir høvdu verið undirmannaðir. Í næstsíðsta minuttinum skoraði B93 sigursmálið.
Somu oddalið
Tað er ikki so langt síðani, at Herfølge, sum tá hevði Jákup Mikkelsen í málinum, var danskur meistari. Sjálvandi vóru teir fyri tveimum árum síðani eisini besta liðið í Køge kommunu. Nú er Jákup Mikkelsen, sum kunnugt, ikki í málinum, og teir eru hvørki danskir meistarar ella besta liðið í Køge.
Leygardagin hevði Køge heimavøll ímóti Herfølge, og Køge vann 3?1. Harvið staðfestu teir oddasessin.
Farum er næstfremst, og teir hildu tørn um sína støðu, tá teir vunnu 2?0 í Skive.
Fredericia og Johan B. Hansen høvdu heimavøll ímóti Brønshøj, sum varð sent til hús við 2?0 tapi.
Randers Freja spældi á útivølli ímóti FC Aarhus. Heimaliðið vann 2?1. Fyrsta málið kom, tá tað restaði eitt korter, og tað var útiliðið, sum fekk tað. Men so gekk undan hjá heimaliðnum.
Stóra avbjóðingin hjá Randers Freja í hesum kappingarárinum verður hóskvøldið. Tá fara teir í steypakappingini at spæla seinnu hálvfinaluna. Hon verður á heimavølli ímóti OB. Superliguliðið vann sín heimadyst 1?0. Tískil er einki avgjørt, tá liðini fara á vøllin í Randers hóskvøldið.