Bara gott at bera MíttLand

Fyrireikararnir eru væl nøgdir við tiltakið, hóast onnur siga, at luttakaratalið sveik.

Leygardagin var MíttLand aftur á skránni. Tað var ivasamt, um MíttLand fór at halda á, eftir at onkur í fyrraárið stjól pengar frá kassanum, men tiltakið er tó sett upp á beinini aftur.

 

Evi Tausen, sum er ein av fyriskiparunum, letur stak væl at tiltakinum.

- Tað hevur eydnast sera væl, við MíttLand í ár. vit hava havt góðar umstøður, Amager Bio er eitt tað feitasta konserthúsi í KBH, so vit hava bara positiv ting at siga um tiltakið. Tað var gott ljóð, gott lag á gestum og tónleikarum, og fólk vóru glað og hugnaðu sær, sigur Evi Tausen.

 

Søgur hava annars gingið um, at tað vóru fáir áhoyrarar og myndir frá tiltakinum kundu bent á tað sama, men Evi Tausen fellur kortini ikki í fátt av hesum.

-  Tað hevur eydnast okkum at vekja áhugan fyri tiltakinum MíttLand aftur, og tað eru við sera glað um. Vit vónaðu, at tað komu meira enn 400 fólk, og tað eydnaðist okkum, sigur hon.

 

- So alt í alt eitt fantastiska gott MíttLand í ár og MíttLand er komið fyri at verð, sigur Evi Tausen.