Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskiskap

- Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini gott tað mesta av hesi vikuni. So helst verður nakað av útróðri.

 

Myndin av Sandshavinum, sum her landar í Havn, er tilvildarlig.

 

 

Tað er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni. Skipið er júst byrjað túr og kemur tískil ikki inn at landa hesa vikuna.

 

- Vit vænta, at okkurt ísfiskalínuskip aftrat fer avstað, sum dagarnir ganga, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Flestu frystilínuskip eru í løtuni til fiskiskap.

 

- Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini gott tað mesta av vikuni. So helst verður nakað av útróðri.

 

Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er framvegis smáligur. Bátarnir fáa mest av hýsu.

 

 

 

 

 

Myndin av Sandshavinum, sum her landar í Havn, er tilvildarlig.