Bara ein tímir Sambandi í Klaksvík

– Hetta er heilt óalmindiliga neyðarsligt

– Hetta er heilt óalmindiliga neyðarsligt.

 

Tað staðfestir Magnus Arge, formaður í Norðoya Sambandsfelag, tá hann váttar fyri in.fo, at tað bara eydnaðist at fáa eitt valevni á listan hjá Sambandsflokkinum í Klaksvík. Tað er 37 ára gamli Jógvan Sofus Vilhelmsen, sum  erútróðrarmaður og býr í Ánunum.

 

Í Klaksvíkar kommunu sita 11 býráðslimir. Sambært kommunulógini kunnu stillast fýra valevni fleiri upp, at tað kunnu veljast. Tað merkir, at 15 valevni kunnu stillast upp til býráðsvalið í Klaksvík – og at 14 pláss á sambandslistanum standa skríggjandi tóm.

 

– Eg dugi ikki at siga, hvussu tað ber til. Kanska duga vit ov illa. Men vit høvdu nøkur nøvn á listanum, sum høvdu lovað at stilla upp. Men sum síðani bóru seg undan, sigur Magnus Arge.

 

Tað var ananrs upp á tal at fáa Bjørn Kalsø, løgtingsmann, at stilla upp. Men hann hevur borið seg undan.

 

– Bjørn Kalsø er ímóti dupultmandatum, og tí vildi hann ikki stilla upp. Vit kunnu so halda tað, sum vit vilja, men vit mugu virða tað, sigur Magnus Arge.

 

Á seinasta býráðsvali í Klaksvík fekk Sambandsflokkurin 215 atkvøður, sum svarar til 7,21 prosent. Tá hevði flokkurin 8 valevni, og atkvøðurnar vórðu býttar soleiðis:

 

 

Sambandsflokkurin

 

 

LISTIN

6

1

MARIA OLSEN

60

2

KATRINA GULLAKSEN

53

3

SÍMUN MICHAEL SØRENSEN

32

4

JÁKUP SKORADAL

24

5

KRISTIAN JOENSEN

14

6

ANSKAR HANSEN

14

7

KARL OLGAR JOENSEN

9

8

ALEKSANDAR DJORDJEVIC

3

 

 

215