Bara ein skúli í Eysturkommunu

Býráðið í Eysturkommunu hevur einmælt samtykt at leggja skúlarnar í Gøtu og Leirvík saman.

Eysturkommuna hevur í rúma tíð arbeitt við at tillaga skúlaskapin í kommununi til eina nýggja tíð. Nú er komið so væl áleiðis, at næsta stigið er at leggja skúlarnar í Gøtu og Leirvík saman í ein nýggjan skúla.

Eftir tilmæli frá skúlaleiðarunum báðum og skúlastýrinum í Gøtu samtykti Eysturkommunu býráð einmælt á býráðsfundi mánakvøldið 27. juni 2011, at skúlarnir í kommununi verða lagdir saman frá skúlaárinum 2012/13 ella so skjótt tilber, skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.

Kringvarpið sigur, at í fjør varð innskúlingin flutt í Leirvíkar skúla og har ganga nú 1. til og við 3. flokkur í skúla, meðan 4. til og við 7. flokkur, ganga í skúla í Gøtu. Talan er um 240 næmingar í barnaskúlanum, umframt teir millum 80 og 100 næmingarnar, sum ganga í skúla í framhaldsdeildini í Fuglafirði. 

Jóhann Christiansen, borgarstjóri, sigur við Kringvarpið, at ynski er frammi um at gera ein felags 10. flokk fyri alla Eysturoynna og Norðoyggjar við, á sama hátt sum Nám-X í Tórshavnar Kommunu. Sjálvur tekur Jóhann Christiansen undir við hugskotinum og vónar, at Norðoyggja vilja upp í hetta samstarvið.