Smáir fýra mánaðir eru lidnir, síðan Náttúrugripasavnið merkti seks grindahvalir á Vágsfirði.
Ta fyrstu tíðina góvu tríggir hvalir ljóð frá sær, og teir fylgdust. Men so fór ein av merktu hvalunum til stroks, fór upp við Noregi og gavst at senda.
Hinir báðir hava eina tíð ligið úti í Atlantshavinum við Asorunum sum næsta landi. Men fyri tveimum vikum síðan gavst annar hvalurin at senda. Tann, sum enn sendir, er framvegis á somu leið.










